Norðurlendskir politikarar, verjuleiðarar og tilbúgvingarmyndugleikar hittust 22. september í norska Stórtinginum í Oslo. Endamálið var at umrøða, hvussu Norðurlond kunnu samstarva tættari um verju og tilbúgving.
Serligur dentur varð lagdur á, at samstarvið eisini skal rigga í verki, tá kreppur raka. Millum evnini vóru flutningur, veitingar og møguleikin at flyta fólk og útgerð tvørtur um landamørk.
Tættari samstarv enn áður
Fleiri luttakarar vístu á, at norðurlendska verjusamstarvið er tættari enn nakrantíð. Innan NATO samstarva londini eisini alsamt meira um hernaðarliga ráðlegging og venjingar.
Tó eru framvegis forðingar. Ymsar reglur og praktisk viðurskifti við landamørkini kunnu gera tað truplari hjá londunum at virka skjótt og samskipað.
– Skulu vit styrkja norðurlendsku tilbúgvingina, mugu vit vita, hvar samstarvið riggar væl, og hvar reglur ella praktiskar forðingar gera tað truplari at virka saman, segði Ville Väyrynen, forseti í Norðurlandaráðnum.
Nýggj strategi væntast í oktober
Fundurin er eisini partur av arbeiðinum hjá Norðurlandaráðnum at dagføra strategiina fyri samfelagstrygd frá 2019. Royndir frá samstarvinum við NORDEFCO og tilbúgvingarmyndugleikar verða tiknar við í arbeiðið.
Ætlanin er, at nýggja strategiin verður samtykt á Norðurlandaráðsfundinum í Helsinki í oktober.
NORDEFCO varð stovnað í 2009, og Noreg hevur formansskapin í 2026.