Ongi úrslit

Norra vann stórsigur

Í næstsíðstu royndini, áðrenn tær fara at luttaka í EM endaspælinum, taptu føroysku kvinnurnar í kvøld við 18 málum

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er hetta vikuskiftið í Tróndheimi í Norra og luttekur í Golden League. Hetta er fyrireiking til EM endaspælið, sum tað um eina viku verður farið undir í Póllandi.

Úrslitið millum norsku heimsstjørnurnar, sum verða roknaðar millum favorittarnar at vinna EM endaspælið, og Føroyar var 41-23 eftir hálvleiksstøðuna 24-10. Harvið gekk tað væl betri eftir steðgin, enn tað gjørdi í fyrra hálvleiki.

Tað var heilt skjótt, at tað sást, hvønn veg tað bar, tí tá ið 20 minuttir vóru farnir, var Norra frammanfyri 17-5.

Hinir báðir luttakararnir í Golden League eru Danmark og Niðurlond, sum fara at spæla í kvøld klokkan 19.45. Seinni dysturin hjá Føroyum í hesi kappingini verður leygardagin klokkan 13, tá ið Danmark verður mótstøðuliðið.

Bestu føroysku málskjúttarnir í kvøld vóru Jana Mittún og Pernille Brandenborg, sum skoraðu fimm mál í part.

Toppskorarar hjá Norra vóru Henny Reistad og Kari Brattset Dale, sum skoraðu seks mál í part.

 

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

11 tímar síðan

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20