Norsku áskoðararnir gjørdu av álvara vart við seg undir HM, har sokallaða rógvingin gjørdist eitt eyðkenni fyri norsku fjeppararnar.
Rógvingin vakti ans langt út um norsku landamørkini og gjørdist ein sjónligur partur av norska fjepparalívinum undir endaspælinum.
Men nú er óvist, um hon verður at síggja aftur.
Á einum norskum tíðindafundi varð Martin Ødegaard spurdur um fjeppararnir eiga at halda fram við rógvingini.
– Tað eru eitt sindur ymiskar meiningar um, hvørt hetta er nakað, vit skulu gera hvørja ferð, ella um tað hoyrdi HM til. Eg veit ikki heilt, segði Arsenal-stjørnan.
Ødegaard hevði sjálvur ein týðandi leiklut í rógvingini undir HM og sat fleiri ferðir sum „trummusláari“.
Solbakken: Rógvingin hoyrdi HM til
Norski landsliðsvenjarin Ståle Solbakken er meira avgjørdur.
Hann væntar ikki, at rógvingin fer at halda fram.
– Nei, tað haldi eg ikki. Eg skal ikki avgera, hvat fjeppararnir gera, men fyri meg hoyrdi tað HM til, segði Solbakken á tíðindafundinum.
Um norsku áskoðararnir eru samdir við landsliðsvenjaran, fæst ein ábending um hóskvøldið.
Tá tekur Noreg ímóti Danmark á Ullevaal í Oslo.