Novo Nordisk væntar nú, at afturgongdin í 2026 verður minni enn áður mett. Orsøkin er serliga øktur eftirspurningur eftir GLP-1-heilivági, eitt nú Wegovy, sum verður nýttur móti ovurfiti.
Sølan vaks sjey prosent í øðrum ársfjórðingi, tá ið roknað verður við óbroyttum gjaldoyrakursum, og var 78,5 milliardir krónur.
Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar vaks 11 prosent og var 33,4 milliardir krónur.
Sølan av heilivági móti ovurfiti vaks 16 prosent og var 23,2 milliardir krónur. Wegovy-tablettin seldi fyri 3,2 milliardir krónur í ársfjórðinginum.
Vinningurin minkaði
Eftir niðurskrivingar á 6,3 milliardir krónur var rakstrarúrslitið 27,1 milliard krónur. Tað svarar til eina afturgongd á 16 prosent, tá ið roknað verður við óbroyttum gjaldoyrakursum.
Vinningurin minkaði 21 prosent og var 21 milliard krónur.
Betri útlit fyri 2026
Novo Nordisk væntar nú, at sølan og rakstrarúrslitið í 2026 annaðhvørt verða óbroytt ella minka í mesta lagi seks prosent, tá ið roknað verður við óbroyttum gjaldoyrakursum.
Frammanundan væntaði felagið eina afturgongd millum fýra og 12 prosent.
– Wegovy-vøruúrvalið er framvegis ein av fremstu vakstrarkeldunum hjá Novo Nordisk, sigur Mike Doustdar, forstjóri.
Síðan Wegovy-tablettin kom á amerikanska marknaðin, eru skrivaðar út meira enn fimm milliónir reseptir upp á heilivágin.