Ongi úrslit

Nú er av álvara eldur í botninum

07 Vestur heimasigurin ímóti AB ber við sær, at tað eru trý stig frá botnliðnum og fram til sjeynda plássið

Jóannes Hansen
1 tími síðan

Tað er øgiligur dramatikkur og spenningur í kappingini um at sleppa undan niðurflytingarplássunum.

Í dag vann 07 Vestur 2-0 á heimavølli ímóti AB. 07 Vestur er framvegis aftast. Vágaliðið hevur 10 stig, og er saman við Skála undir strikuni. Í gjárkvøldið javnaði Skála í síðstu løtu til 1-1 á útivølli ímóti EB/Streymi. Málskjútti hjá Skála var Simon Jørgensen, sum er toppskjútti í deildini við sjey málum.

Tað er eitt stig frá Skála og fram til B68, sum í gjárkvøldið tapti 1-0 á útivølli ímóti grannunum í NSÍ. Sigurin ber við sær, at NSÍ er topplið við 32 stigum, nú 14 umfør eru avgreidd. KÍ er næstfremst við 30 stigum.

Og frá B68 er tað eitt stig fram til EB/Streym. Harvið er B68 eitt stig frá niðurflytingarplássi, og EB/Streymur er tvey stig frá niðurflytingarplássi.

Tá ið 20 minuttir vóru farnir á Dungasandi í dag varð tað heilt avgerandi, at AB miðverjin Sørin N. Samuelsen sá reyða kortið fyri at brúka neyðbremsuna, og minuttin seinni setti 07 Vestur hol á. Málskjútti var miðvallarin Edvin Jakobsen, sum í dag var fyri 130. ferð í landskappingardysti í bestu deildini. Hetta var áttanda málið hjá honum í Meistaradeildini, veit FaroeSoccer at siga. Og hetta var aðru ferð, at hann skoraði í bestu deildini, síðani hann í fjør fór at spæla við 07 Vestur. Hini málini skoraði hann fyri barndómsfelagið Skála ÍF.

Hóast argjamenn vóru undirmannaðir í 70 minuttir, so vóru teir leingi væl við í spælinum, men tað var 07 Vestur, sum vann seg til málmøguleikar og fleiri hornaspørk, og eitt korter undan leikloki økti heimaliðið um munin til 2-0.

Mistak í AB verjuni bar við sær, at bólturin støkk út til væl upplagda Casper Gedsted Hansen, sum takkaði fyri og úr 30 metrum sendi bóltin flatt í tóma málið. Hetta var fyrsta málið hjá honum í Meistaradeildini í ár.

Síðstu løtuna vísti 07 Vestur betri fótbóltsspæl, enn liðið hevur gjørt higartil í ár. Fyritreytirnar vóru til tað, tá ið mótstøðuliðið var undirmannað og aftanfyri 2-0. Men fyri Tór-Ingar Akselsen og hansara menn var tað hugaligt at staðfesta, at tað gongur rætta vegin, og at tað er møguleiki fyri fleiri stigum og at sleppa undan niðurflyting.

Sunnudagin fara vágamenn norður til Klaskvíkar, og annað mánakvøld fer AB at spæla á útivølli ímóti B68, sum nú av álvara kennir tað brenna undir sær.  

NSÍ

14

10

2

2

27

13

32

14

8

6

0

31

11

30

B36

14

7

5

2

25

16

26

Víkingur

14

5

7

2

19

13

22

HB

14

5

3

6

20

21

18

AB

14

5

3

7

20

23

17

EB/Streymur

14

3

4

7

14

20

13

B68

14

3

3

8

17

33

12

Skála

14

2

5

7

13

20

11

07 Vestur

14

3

1

10

10

26

10

15. umfar

Sunnudagin 28. juni

KÍ – 07 Vestur: kl. 15.00

EB/Streymur – B36: kl. 15.00

Mánadagin 29. juni

Víkingur – NSÍ: kl. 18.30

B68 – AB: kl. 18.30

HB – Skála ÍF: kl. 1830

LØGMANSSTEYPIÐ

Seinnu hálvfinalurnar

Mikudagin 24. juni

NSÍ – KÍ: Leivur Zachariassen kl. 18.30

KÍ vann fyrru hálvfinaluna 4-2

Hósdagin 25. juni

Víkingur – HB: Eiler Rasmussen kl.18.30

HB vann fyrru hálvfinaluna 2-1

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

Í gjár kl. 16:04

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00