Ongi úrslit

Nú er Eirikur í Jákupsstovu tingmaður

Fínteljingin bar við sær, at Eirikur í Jákupsstovu er tingmaður, og at Jóhan Christiansen er eykamaður

Jonhard Hammer
30. mars kl. 23:00

Valkvøldið var Jóhan Christiansen nummar seks á listanum hjá Tjóðveldi, sum fekk seks vald í nýggja løgtingið. Tað vóru tríggjar atkvøður aftur til Eirik í Jákupsstovu, sum var nummar sjey og harvið fyrsti eykalimur hjá Tjóðveldinum.

Í dag hevur fínteljing verið, og nú tað er liðugt talt, so vísir tað seg, at Eirikur í Jákupsstovu er nummar seks og Jóhan Christiansen nummar sjey.

- So er fínteljingin av og eg endaði á 7 plássið. So nú eri eg fyrsti varalimur. Ynski Eiriki í Jákupsstovu hjartaliga til lukku við sessinum. Og øll tit, sum stuðlaðu mær og Tjóðveldi, skulu hava eina hjartans tøkk, skrivar Jóhan Christiansen á facebook vanga sínum.

Tá ið vit ringja til Jóhan Christiansen, greiðir hann frá, at hann í kvøld er uppringdur av valnevndini, sum boðaði honum frá, at hann ikki er valdur.

-Sjálvandi eri eg vónbrotin, men tá ið tað er fíntalt og úrslitið vísir seg at vera soleiðis, so mugu vit taka tað til eftirtektar, sigur Jóhan Christiansen.

Í fínteljingini vísti tað seg, at seks atkvøður hjá Eiriki í Jákupsstovu í Gøtu vóru lagdar til Dennis Holm, sum onga atkvøðu fekk í Gøtu. Tí hevur Eirik í Jákupsstovu í fínteljingini fingið seks atkvøður aftrat og hevur 313 persónligar atkvøður, meðan Jóhan Christiansen hevur 309 persónligar atkvøður.

-Eg eri kløkkur og eisini fegin um, at eg nú eri tingmaður, og samstundis harmist eg vinmanninum í Leirvík, sum var óførur í valstríðnum. Honum ynski eg alt tað besta, og sjálvur fari eg at leggja nógv fyri í arbeiðnum fyri at arbeiða fyri okkara land og einar frælsar Føroyar, sigur Eirikur í Jákupsstovu í samrøðu við dimma.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03