Ferð er komin aftur á fólkavøksturin eftir lutfalsliga lítlan vøkstur í góð tvey ár.
Hagstovan sigur, at nú búgva 55.726 fólk í Føroyum. Hesar seinastu 12 mánaðirnar er fólkatalið sostatt vaksið 769 fólk, ella 1,4 prosent. Hagstovan sigur at tað merkir, at vøksturin hesar seinastu 12 mánaðirnar er fólkatalið vaksið tríggjar ferðir so nógv sum teir 12 mánaðirnar frammanundan. Tá var vøksturin bara eitt hálvt prosent.
Næstan 75 prosent fólkavøkstrinum av fólkavøkstrinum kemur frá eini nettoflytinging har nógv fleiri eru flutt til Føroya enn tað eru flutt av landinum.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi upp á 206 fólk og einari nettoflyting upp á 563 fólk. Tilsamans gevur tað ein fólkavøkstur upp á 769 fólk hesar seinastu 12 mánaðirnar, og tað eru 516 fólk fleiri enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Hesar seinastu 12 mánaðirnar eru 41 fleiri børn fødd enn 12 mánaðirnar frammanundan tá ið lutfalsliga fá børn vóru fødd. Tilsamans var burðaravlopið, sum er munurin ímillum fødd og deyð, 51.
Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 98 í undanfarna tíðarskeiði upp í 563 seinasta árið.
Fleiri fluttu til Føroya enn í tíðarskeiðnum frammanundan samstundis sum færri fluttu úr Føroyum.
Fráflytingin minkaði mest millum danskar, pólskar og rumenskar ríkisborgarar, meðan tilflytingin vaks mest millum asiatiskar ríkisborgarar, sigur Hagstovan.