Ongi úrslit

Nú er Jóhan á skránni hjá Óla

Eftir at hava verið við til at tryggja Føroyum HM atgongumerki fór Óli Mittún í dag aftur til Danmarkar, har hann mikudagin fer at spæla toppdyst móti Jóhan á Plógv Hansen

Óli Mittún á flogvøllinum í Vágum í dag saman við Rógva Mikkelsen stjóra á Hilton Garden Inn í Føroyum
Jonhard Hammer
17. mai kl. 23:31

Í gjárkvøldið var Óli Mittún ein av høvuðsleikarunum, tá ið Føroyar við 33-28 heimasigri tryggjaðu sær pláss í HM endaspælinum, sum eftir ársskiftið verður í Týsklandi.

Seinnapartin í dag hittu vit Óla Mittún á flogvøllinum í Vágum. Hann var sjálvandi væl nøgdur og eisini troyttur, men nú er fokus á næstu uppgávuni, sum er á skránni mikudagin, tá ið Óli Mittún og GOG á útivølli fara at spæla móti Skanderborg AGF Håndbold. Á liðnum hjá Skanderborg AGF Håndbold er Jóhan á Plógv Hansen.

-Ferðin til Bosnia Hersegovina var long, og nú fara vit aftur á flog. Men tá ið tað gongur væl, og tað ger tað, tá ið vit nú hava tryggjað okkum HM atgongumerki, so kennist tað avgjørt ikki tungt men heldur lætt, sigur Óli Mittún. Aftur í dag er hann ikki frítt eitt sindur viðtikin í andlitinum. Í Norra spældi hann við bindi um høvdið, í Bosnia varð hann sligin í gólvið, og aftur nú við Tjarnir varð hann sligin í andlitið.

Hvussu ber tað til, at tú tykist vera so róligur, tá ið tú verður soleiðis viðfarin?

- Eg veit, at tað nyttar einki at brokka seg. Tað hjálpir ongantíð.

Tú ert kanska ov fittur?

-Nú tú sigur tað, so eri eg tað kanska onkuntíð, sigur Óli smílandi.

Tá ið vit spyrja, um hann ofta fær telefonboð úr Týsklandi, so smílist hann og er skjótur at leggja aftrat, at hann trívist væl í GOG, og at tað hevur víst seg at vera rætta valið at flyta úrSvøríki og til GOG.

Og so ringir telefonin, og tá ið hann tekur telefonina, spyrja vit, um tað nú er telefonboð úr Týsklandi, so svarar hann, at tað er H71 legendan Jákup Símun Simonsen, sum nú var á tráðnum.

Og so fer Óli á flog við Atlantic. Seinastu vikuna hevur hann verið flúgvandi á landsliðnum, og mikudagin ræður tað um at vera klárur, tá ið Jóhan á Plógv Hansen og hinir í Skanderborg AGF Håndbold fara at eiga heimavøll í Djurslands Bank Arena í Aarhus.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

19 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47