19. umfar í Meistaradeildini hjá monnum er av, og tað er so spennandi, sum tað ikki hevur verið í nógv ár – bæði í kappingini um FM og plássini í Europa og í kappingini um at sleppa undan at flyta niður.
Tað var dramatikkur, sum tað ongantíð hevur verið fyrr í ár, tá ið KÍ í kvøld fór av Argjum við 4-3 sigri. Úrslitið ber við sær, at tað er lagt upp til lyklauppgerð í 20. umfari, tá ið KÍ fær vitjan av NSÍ. NSÍ er topplið við 40 stigum, og KÍ er næstfremst við 37 stigum.
Áðrenn stórdystin í landskappingini í Klaksvík verður annar stórdystur í Klaksvík, tí hóskvøldið fer KÍ at spæla fyrra av tveimum røkk ella støkk dystum um at sleppa í UEFA Conference League bólkaspælið.
Í kvøld vístu klaksvíkingar síðstu løtuna óvanliga stóra sinniliga og likamliga styrki. AB svaraði aftur og vendi 0-2 til 3-2, men kortini megnaði KÍ at vinna 4-3, hóast teir bláu miðskeiðis í seinna hálvleiki sóu út til at vera heilt illa sperdir ímóti heimamonnunum, sum av álvara høvdu fingið um endan.
NSÍ vann í gjár 4-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi, sum leingi av álvara bjóðaði av. Serliga væl upplagdir hjá NSÍ vóru álopsspælararnir Marius Kryger Lindh og Petur Knudsen, og so var tað hugaligt fyri heimamenninar, at tað var veteranurin Klæmint A. Olsen, sum varð skiftur inn og staðfesti 4-2 sigurin.
Á Skála tapti Víkingur 2-1. Úrslitið ber við sær, at Víkingur, sum tapti fyri fyrstu ferð síðani 6. apríl, í løtuni er á fimta plássi. Tað er øgilig kapping um atgongumerkini at spæla í Europa, og talan verður um lykladyst, tá ið Víkingur fríggjakvøldið fær vitjan av B36.
Bæði B36 og HB vunnu í gjár favorittsigrar, og bæði tey stóru feløgini í Gundadali eru av álvara við í kappingini um europeisku atgongumerkini. HB vann 2-0 ímóti B68, og B36 vann 2-1 íí Sørvági móti 07 Vestur.
Hóast tapið í kvøld tykist AB ikki – fyribils í hvussu so er – at vera í vanda fyri at flyta niður, og støðan er soleiðis, at AB ikki fer at blanda seg í kappingina um plássini í Europa.
Burtursæð frá Skála, sum í gjárkvøldið fyri fyrstu ferð yvirhøvur vann ímóti Víkingi, so taptu hini, sum kappast fyri at sleppa undan at flyta niður.
Í løtuni eru B68 og 07 Vestur undir strikuni, og Skála ÍF og EB/Streymur eru dygst omanfyri strikuna. Sunnudagin klokkan 17.15 hittast B68 og Skála ÍF á Svangaskarði í lyklauppgerð í kappingini um at sleppa undan at flyta niður.
NSÍ – EB/Streymur 4-2 (1-1)
1-0: Marius Kryger Lindh 3.
2-0: Sammy Skytte 21.
2-1: Kristian Svabo Eliasen 63.
3-1: Petur Knudsen br 77.
3-2: Meinhard Geyti 80.
4-2: Klæmint A. Olsen 94.
Skála ÍF – Víkingur 2-1 (1-1)
0-1: Aron Benjaminsen 2.
1-1: Bjarti Thorleifsson 14.
2-1: Mórits Heini Mortensen 78.
07 Vestur – B36 1-2 (1-1)
1-0: Jonathan Flensborg 3.
1-1: Pætur J. Petersen 16.
1-2: Bartal Páll Klein 57.
HB – B68 2-0 (2-0)
1-0: Heini F. Sørensen 7.
2-0: Stefan Radosavljevic 18.
AB – KÍ 3-4 (1-2)
0-1: Erlend Hustad 14.
0-2: Páll A. Klettskarð 22.
1-2: Bjarki C. Nielsen 38.
2-2: Obule Sunday Moses 65.
3-2: Brian Jakobsen 78.
3-3: Dávid Reynheim 82.
3-4: Jonn Johannesen 94.
NSÍ | 19 | 12 | 4 | 3 | 39 | 21 | 40 |
KÍ | 19 | 10 | 7 | 2 | 37 | 17 | 37 |
HB | 19 | 10 | 3 | 6 | 24 | 24 | 33 |
B36 | 19 | 9 | 6 | 4 | 30 | 23 | 33 |
Víkingur | 19 | 8 | 8 | 3 | 29 | 20 | 32 |
AB | 19 | 7 | 2 | 10 | 28 | 32 | 23 |
EB/Streymur | 19 | 4 | 5 | 10 | 23 | 32 | 17 |
Skála | 19 | 4 | 5 | 10 | 19 | 32 | 17 |
07 Vestur | 19 | 5 | 1 | 13 | 17 | 36 | 16 |
B68 | 19 | 4 | 3 | 12 | 20 | 40 | 15 |
20. umfar
Fríggjadagin 21. august
Víkingur – B36
Sunnudagin 23. august
KÍ – NSÍ
B68 – Skála ÍF
EB/Streymur – AB
HB – 07 Vestur