Sinnisbati hevur sett Gunnvá Árnadóttir Djurhuus í starv sum leiðara fyri nýggju Ungdómsráðgevingina hjá felagnum.
Gunnvá er 39 ára gomul, úr Leirvík og útbúgvin sosialráðgevari. Hon hevur meira enn 10 ára royndir innan barna- og ungdómsøkið, sosialum arbeiði og tvørfakligum samstarvi.
Ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata er eitt nýtt fyribyrgjandi tilboð til øll ung í Føroyum. Endamálið er at hava eitt trygt, ókeypis og lætt atkomuligt stað, har ung kunnu venda sær, tá ið tey hava brúk fyri hjálp, ráðgeving ella onkran at tosa við. Tilboðið er ment við íblástri frá Headspace í Danmark og Íslandi.
Við sínum drúgvu royndum fer Gunnvá at hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum at menna og skapa eitt dygdargott tilboð til ung.
– Við setanini tekur Sinnisbati enn eitt stórt stig í arbeiðinum við at styrkja sálarheilsuna hjá børnum og ungum í Føroyum og menna fyribyrgjandi tiltøk, sum kunnu lofta ungum í mistrivnað, sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata
Á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur skipar Sinnisbati fyri almennum tiltaki í auluni í Finsen við denti á sálarheilsu hjá ungum. Eftir tiltakið verður opið hús í nýggju hølunum hjá Ungdómsráðgevingini.
Sama dag verða navnið, samleikin og heimasíðan hjá ráðgevingini almannakunngjørd, og møguleiki verður at hitta nýggja leiðaran.