Ongi úrslit

Nú er semja so tað verður ikki verkfall

Partarnir hava beint nú skrivað undir semjuna

Áki Bertholdsen
26. mars 2025 kl. 14:16

Tað er nú greitt, at heilsuhjálpararnir fara ikki í verkfall á hesum sinni.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at partarnir hava beint nú skrivað undir semju um ein nýggjan sáttmála.

Tað sá annars svart út tí Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og heilsuhjálpararnir fingu eitt semingsuppskot í gjárkvøldið og fingu freist til nú klokkan 11 fyrrapartin í dag at svara.

Nevndin í Heilsuhjálparafelagnum hevði fingið heimild frá limunum at fara í verkfall um so er, at nevndin í felagnum ikki vildi góðtaka semingsuppskotið.

Og úrslitið varð, at semingsuppskotið varð vrakað. Men tað var kortini ein vón at sleppa undan verkfallinum, tí partarnir fóru ikki til hús.

Tvørtur ímóti gjørdu teir eina seinastu roynd at vita um tað ikki bar til at laga semingsuppskotið til, so at báðir partar kundu góðtaka tað.

Í tí sambandi settu partarnir seg við borðið at útgreina, hvørjar partar av semingsuppskotinum, sum ikki kundu góðtakast og so varð roynt at finna eina aðra orðing, sum báðir partar kundu góðtaka.

Og tað eydnaðist, tí beint nú hava partarnir skrivað undir eina nýggja semju. Semingsmaðurin sigur einki um semjuna, tí tað letur hann partarnar um.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42