Hetta seinasta árið, frá í august í fjør til í august í ár, er tað, sum heild, blivið 2,5 prosent dýrari at liva í Føroyum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Tey siga, at serliga eru tað oljuprísirnir, ið eru hækkaðir.
Hetta seinasta árið er tað blivið 5,2 prosent dýrari at hava tak yvir høvdið og tað er blivið 7,4 prosent dýrari at koyra í bili. Prísvøksturin í hesum bólkum stavar fyri tað mesta av tí at prísirnir á olju og bensini eru hækkaðir so nógv.
Miðalrentan er lækkað góð 20 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á brenniolju til húsarhald, hækkaður upp móti 31 prosentum.
Hesi toga hvør sín veg, soleiðis, at sum heild er prísurin fyri at hava tak yvir høvdið, 5,2 prosent hægri í august í ár enn hann var í august í fjør.
Príshækkingin á brennievni til bilar ávirkar prístalið fyri flutning. Prístalið fyri brennievni til bilar hækkaði nevniliga 33,6 prosent frá august í fjør til august í ár.
Men eisini aðrar vørur eru dýrkaðar nógv, eitt nú er prísurin tubbakki hækkaður næstan 14 prosent.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Rentan á bústaðarlánum er lækkað nógv og prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.
Í august í ár vóru matvørur og drykkjuvørur næstan eitt prosent dýrari enn í sama mánað í fjør. Men bara hesi seinastu fimm árini eru prísirnir á matvørum og drykkjuvørum hækkaðir yvir 30 prosent, sigur Hagstovan.
Tey siga, at tað eru serliga prísirnir á kjøtvørum, sum eru hækkaðir nógv. Nú eru kjøtvørur næstan átta prosent dýrari enn tær vóru fyri einum ári síðani og tað er galdandi fyri at kalla allar kjøtvørur.
Prísirnir á breyði og kornvørum, umframt prísirnir á kaffi, te og kakao eru farnir næstan trý prosent upp.
Prísurin á grønmeti er lækkaður, og stavar tað millum annað frá, at tær eru blivnar mvg fríar.
