Nú er tað bara í einum øki í landinum at fólkatalið minkar

Í Sandoynni hevur fólkatalið minkað í fleiri ár á rað, men nú er broyting komin í

Áki Bertholdsen
10. januar 2025 kl. 12:30

Hetta seinasta árið er fólkatalið í Føroyum vaksið 0,5 prosent. Sostatt búðu 54.675 fólk í Føroyum tann 1. desembur, og tað eru 280 fólk fleiri enn 1. desember í 2023.

Men hetta merkir so eisini, at hóast fólkatalið framvegis veksur, er vøksturin nógv minni enn hann annars hevur verið hesi seinastu árini.

Hagstovan sigur, at bæði burðaravlopið og tilflytingin hava verið minn enn tey hava verið.

Hetta seinasta árið vóru 128 børn fødd fleiri enn tað vóru fókk sum doyðu, og 152 fólk flutti fleiri til Føroyar enn tað fluttu av landinum, og tilsamans gevur tað ein fólkavøkstur upp á 280 fólk.  

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at fólkatalið veksur í næstan øllum økjum.

Tað, vit hava verið von við seinastu árini, er, at Sandoyggin og Suðuroyggin alla tíðina eru dragnað aftur út, tí har er fólkatalið minkað, samstundis sum at tað er vaksið alla aðrastaðni.

Men hetta seinasta árið er Sandoyartunnilin tikin í brúk og tað hevur longu havt sína ávirkan á Sandoynna, tí nú veksur fólkatalið eisini har. Tann fyrsta septembur búði 1.307 fólk í Sandoynni og tað er 2,5 prosent meiri enn fyri einum ári síðani.

Sostatt er tað nú bara í Suðuroynni, at fólkatalið framvegis minkar. Í Suðuroynni búgva nú 4.573 fólk og tað eru sløk 0,5 prosent minni enn fyri einum ári síðani.