Ongi úrslit

Nú er tað blivið lættari hjá føroyingum í Danmark at fáa heilivág

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Nú er ein nýggj skipan sett í gildi, sum ger at bæði lættari og smidligari hjá føroyingum í Danmark at fáa heilivág. Tað merkir, at nú kunnu føroyingar, sum eru staddir í Danmark, fáa heilivág sendandi úr Føroyum til egna nýtslu. 

Tað ber eisini til at hava heilivág til tríggjar mánaðir við sær til Danmarkar við flogfari ella skipi.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at serliga hevur hendan broytingin týdning fyri føroyskar sjúklingar, sum eru í Danmark í longri tíðarskeið, eitt nú í sambandi við viðgerð.

Er tørvur á meira heilivági ímeðan tey eru í Danmark, kunnu tey nú fáa hann sendandi úr Føroyum. Hetta ger tað einfaldari og smidligari hjá sjúklingum og avvarðandi at tryggja, at sjúklingurin hevur tann neyðuga heilivágin.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at tað er gott, at hendan marknaðforðingin í ríkisfelagsskapinum er loyst. 

Kortini eru serligar avmarkingar framvegis galdandi fyri rúsandi og antibiotiskan heilivág, tí í ávísum førum krevst loyvi frá danska heilivágsmyndugleikanum, Lægemiddelstyrelsen.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50