Ongi úrslit

Nú er tað ólógligt hjá fólki innflyta til egna nýtslu

Myndin er frá Taks
Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Nú kunnu fólk ikki longur innflyta nikotinløg til e-sigarettir. Tað ger Taks nú vart við.

Í eina tíð hava fólk annars kunnað bílagt og innflutt nikotinløg til e-sigarettir til Føroya. Men nú hevur Løgtingið broytt lógina, so hetta ikki longur er loyvt.

Nikotin verður roknað sum heilivágur, og bara Apoteksverkið kann innflyta heilivág til Føroya.

Men sum heild er lógin nú eisini nágreina til eisini at umfata øll onnur sløg av heilivági.

Útgangsstøðið er, at Apotekið hevur einkarætt at gera heilivág og til at innflyta heilivág.

Kortini stóð í lógini, at persónar kunnu innflyta heilivág til egna nýtslu. Endamálið var, at ferðafólk, sum koma til Føroyar, skulu kunna hava heilivág, sum tey taka, við til Føroya

Men í mars í ár viðgjørdi Føroya Føroya Kærustovnur eitt mál um ein, sum hevði bílagt heilivág á internetinum. Og niðurstøðan var, at viðkomandi fekk viðhald, tí sum lógin varð orðað, kundu øll innflyta heilivág til egna nýtslu, bæði tá ið tey komu til Føroyar og við posti.

Avleiðingin var at postur, sum áður hevði verið afturhildin og burturbeindur varð ístaðin borin til dyrnar hjá móttakaranum.

Men nú er lógin orða soleiðis, at tað stendur nágreiniliga, at tað bara eru ferðafólk, sum kunnu hava heilivág við sær, og at tað skal bara vera til egna nýtslu.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Sluppu væl frá ógvusligum ferðsluóhappi

4. juni kl. 09:15