Í annaðkvøld verður punktum sett fyri 21. umfar í Meistaradeildini, tá ið KÍ fær vitjan av EB/Streymi. Sundalagsmenn stríðast fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyting, og teir hava fyrr í ár megnað málleysan javnleik ímóti KÍ á heimavølli, og í Klaksvík taptu teir á norðoyastevnu tepurt 2-1.
Eftir tapið í Riga hóskvøldið hevur KÍ greipuna eftir at spæla um. Finalan um løgmanssteypið ímóti Víkingi verður leygarkvøldið. Tá verður tað í einum dysti avgjørt, um tað fer at eydnast at endurvinna løgmanssteypið. Í annaðkvøld verður fyrsta av sjey finalum í kappingini at endurvinna FM heitið.
Í kvøld er NSÍ seks stig frammanfyri KÍ, og um tað ikki eydnast klaksvíkingum í annaðkvøld at vinna fulla úrtøku, so verður tað torført at síggja, hvussu NSÍ ikki skal vinna FM.
Í dag varð NSÍ fyrstu løtuna tikið av fótum av AB, sum beinanvegin legði seg á odda og var frammanfyri inntil 12 minuttir eftir steðgin. So vístu FM favorittarnir formatið, sum skal til, tá ið teir vunnu 3-1.
Nú er NSÍ FM favorittur at vinna allar seks dystirnar, sum teir gulu og svørtu hava eftir at spæla. Tvær tær næstu ferðirnar eru mótstøðuliðini Víkingur og B36, sum tað tykist vera torført hjá í løtuni, og so eru tað Skála ÍF, 07 Vestur, HB og B68. Tað einasta av mótstøðuliðunum, sum bíða og sum í løtuni sær út til at hava format at spæla upp ímóti NSÍ, er HB.
Tað kennist í løtuni at vera meiri sannlíkt, at KÍ fer at missa fleiri stig, enn at NSÍ fer at missa stig.
Í botninum er kappingin fyri at sleppa undan at flyta niður framvegis stór. B68, 07 Vestur og Skála ÍF vunnu øll stig, og nú eru bæði EB/Streymur og AB nærri botninum, enn tey hava verið.
Tá ið botnurin er so nær, plaga trongd feløg at avrika betri, enn tað varð roknað við, og spurningurin er eisini, hvussu tað fer at raka NSÍ avrikini, tá ið gullkrónurnar vera undir borðinum. Tað plagar at verða tosað um gummibein, men í løtuni bendir einki á, at tey fara at gera seg galdandi.
Umframt steypafinaluna leygarkvøldið hava tey fimm fremstu feløgini í Meistaradeildini hesar dystirnar eftir:
NSÍ: Víkingur (h), B36 (ú), Skála ÍF (ú), 07 Vestur (h), HB (h) og B68 (ú)
KÍ: EB/Streymur (h), 07 Vestur (ú), Skála ÍF (h), KÍ (ú), B68 (h), B36 (ú) og Víkingur (h)
HB: Skála ÍF (ú), AB (h), KÍ (h), EB/Streymur (ú), NSÍ (ú) og B36 (h)
B36: EB/Streymur (ú), NSÍ (h), AB (ú), Skála ÍF (h), KÍ (h) og HB (ú)
Víkingur: NSÍ (ú), 07 Vestur (h), B68 (ú), AB (h), EB/Streymur (h) og KÍ (ú)
21. umfar
Víkingur – HB 1-3 (0-0)
1-0: Jørgen Nielsen 57.
1-1: Heini Sørensen 64.
1-2: Dan í Soylu 72.
1-3: Ebiye Moses 94.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ – AB 3-1 (0-1)
0-1: Gunnar Reynslág 3.
1-1: sjálvmál 56.
2-1: Meinhard Egilsson Olsen 71.
3-1: Petur Knudsen br 82.
Dómari: Heini Ziska Viðoy
Skála ÍF – 07 Vestur 1-1 (0-0)
0-1: Høgni Egilstoft Nielsen 18.
1-1: Maxwell Effiom 33.
Dómari: Árni Brandsson Petersen
B36 – B68 1-1 (0-0)
0-1: Loick Lespinasse br 83.
1-1: Ragnar Samuelsen 90.
Dómari: Haakan Bue
Mánakvøldið
KÍ – EB/Streymur: Bjarki Danielsen kl. 18.30
NSÍ | 21 | 13 | 5 | 3 | 44 | 24 | 44 |
KÍ | 20 | 10 | 8 | 2 | 39 | 19 | 38 |
HB | 21 | 11 | 4 | 6 | 27 | 25 | 37 |
B36 | 21 | 9 | 8 | 4 | 31 | 24 | 35 |
Víkingur | 21 | 8 | 9 | 4 | 30 | 23 | 33 |
AB | 21 | 7 | 2 | 12 | 29 | 37 | 23 |
Skála | 21 | 5 | 6 | 10 | 21 | 33 | 21 |
EB/Streymur | 20 | 5 | 5 | 10 | 25 | 32 | 20 |
07 Vestur | 21 | 5 | 3 | 13 | 18 | 37 | 18 |
B68 | 21 | 4 | 4 | 13 | 21 | 42 | 16 |
22. umfar
Fríggjadagin 11. september
AB – B68
Sunnudagin 13. september
NSÍ – Víkingur
Skála ÍF – HB
EB/Streymur – B36
07 Vestur – KÍ