Aftur í ár fer Betri Trygging undir átakið við tí endamáli at fá at fáa okkum at at avmarka tíðina framman fyri skíggjanum.
Átakið, sum tey kalla SkíggjaSunn, fær alsamt veksandi undirtøku og í ár eru at kalla allir skúlar í Føroyum við, umframt kommunur og arbeiðspláss, sigur Betri Trygging í tíðindaskrivi.
Tey siga, at tilsamans eru eini 10.000 fólk við í tiltakinum hesa ferð og tey fara at seta kikaran á evnið - í senn.
Endamálið er at fáa okkum at hugsa um, hvussu stórt vald, skíggjar hava á okkum, og hvussu vit kunnu finna eina betri javnvág ímillum skíggjanýtslu og nærveru.
– Einasti máti at fáa bilbukt við misnýtsluna er, at vit øll leggja dent á hetta stóra og trupla evnið í senn, sigur Betri Trygging.
Longu í næstu viku fara tey at leggja kunning út á skúlar og arbeiðspláss um skíggjanýtslu og avleiðingarnar av skíggjamisnýtslu, og vit fara at fáa áheitanir frá kendum føroyingum um at leggja telefonina til viks - í øllum førum, tá ið vit eru saman við øðrum.
Annars heldur átakið fram heilt til. 1. novembur.
Meira tíð tú brúkar á skíggjanum merkir minni tíð til veruliga samveru, til svøvn og til at geva heilanum frið at arbeiða, siga tey.
Avleiðingarnar av at brúka nógva tíð framman fyri skíggjanum, eru minkandi evni at hugsavna okkum, tað eru málsligir trupulleikar, einsemi, tunglyndi og skúlaaftran, bundinskapur, falstíðindi, talgild lógarbrot, vánalig kjakmentan og ávirkan á fólkaræðið.
Ístaðin kunnu vit finna okkum spøl, ljóðføri og bøkur fram. Vit kunnu vitja hvønn annan, ganga túrar ella gera eitthvørt handaligt.
– Vit kunnu bjóða okkum sjálvum og hvørjum øðrum av og nýta skíggjarnar sum minst, sigur Betri Trygging.