Ongi úrslit

Nú fer Djóni at spæla við B36

Fyrrverandi HB spælarin, sum tvey tey undanfarnu árini hevur spælt við B68, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við B36

B36
2 tímar síðan

B36 skrivar soleiðis:

Djóni Samuelsen hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við B36. Havnarmaðurin er sprelskur álopsspælari og verður 20 ár í næstum.

- Eg valdi B36, tí eg haldi, at tað tykist sum eitt gott felag, har tað eru góðir møguleikar at menna seg sum spælari. Eg føli, at hetta er rætta stigið fyri meg, og at eg kann fáa nógv burturúr við at flyta meg í eitt nýtt umhvørvi. Eg havi eisini hoyrt nógv gott um felagið, og eg gleði meg at koma í gongd, koma at kenna nýggju liðfelagarnar og at gerast ein partur av hópinum, sigur hann.

Djóni er uppvaksin í HB, men hevur spælt á Toftum seinastu tvey árini. Hann er skrásettur fyri 46 dystir og fýra mál í bestu deildini, umframt at hann fyrr hevur verið rundanum U21-landsliðið.

- B36 er eitt gott stað fyri meg at taka næsta stigið. Í einum góðum venjingarumhvørvi við høgum krøvum og góðari kapping um plássini vænti eg, at eg kann menna meg nógv. Tað snýr seg um at fáa sum mest burturúr hvørjari venjing, lyfta mítt støði og gerast ein meira komplettur spælari. Eg síggi hetta sum eitt natúrligt stig víðari í mínari menning, sigur Djóni.

Sambært FaroeSoccer hevur Djóni Samuelsen spælt 46 dystir og skorað fýra mál í Meistaradeildini.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

23 tímar síðan