Ongi úrslit

Nú fer tað at verða væl dýrari at fáa jørð at byggja á

Eyðvitað er jørðin dýrast í Havnini og har um vegir
Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Nú fer tað verða væl dýrari at útvega landsjørð til at byggja á, ella leggja veg í gjøgnum, og so framvegis.

Í næstum fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, at seta eina kunngerð í gildi sum um, hvat tað skal kosta at útvega almenna jørð til ymisk endamál.

Prísurin er ymiskur alt eftir hvar í landinum jørðin er og tað er eisini ymiskt alt eftir um jørðin er velt ella ikki.

Eyðvitað er tann dýrasta jørðin í Havnini og har um vegir og har hevur tað kosta 137 krónur fermeturin at fáa jørð til ymisk endamál. Tann prísurin hækkar nú upp í 183 krónur fyri fermetrar. Her er talan um velt lendi, sum liggur væl fyri, og sum væl kann dyrkast.

Bíligasta jørðin er á útoyggj og á ymsum smábygdum tí har hevur prísurin á haga, sum ikki er gott bit, og sum ikki kann dyrkast, verið 22 krónur fyri fermeturin, men nú hækkar tað upp í 60 krónur.

Og so liggjar prísirnir á ymsari jørð, og á ymsum plássum, onkustaðni ímillum hendan hægsta prís og lægsta prís

 Talvurnar niðan fyri vísir, hvat jørðin kostar nú, og hvat hon fer at kosta. Tann ovara talvan vísir, hvar jørðin kostar nú og tann niðara talvan vísir, hvat hon fer at kosta. Men sum tað sæst, verður tað nú eisini eitt øki færri enn tað eru nú.

 Økið 1:
Tórshavn, Hoyvík, Argir og Hvítanes.

Økið 2:
Klaksvík, Saltangará, Strendur, Toftir, Skála, Runavík, Glyvrar, Nes og Saltnes.

Økið 3:
Eiði, Froðba, Fuglafjørður, Gøtugjógv, Hósvík, Hvalvík, Hvannasund, Innan Glyvur, Kaldbak, Kambsdalur, Kirkjubøur, Kollafjørður, Kvívík, Lamba, Lambareiði, Leirvík, Miðvágur, Norðdepil, Norðoyri, Norðragøta, Norðskála, Nólsoy, Oyrabakki, Oyrareingir, Oyri, Rituvík, Sandavágur, Sandur, Signabøur, Skopun, Streymnes, Syðrugøta, Søldarfjørður, Sørvágur, Trongisvágur, Tvøroyri, Undir Gøtueiði, Vágur, Válur, Velbastað, Vestmanna og Viðareiði.

Økið 4:
Akrabyrgi, Akrar, Ánirnar, Árnafjørður, Bøur, Dalur, Depil, Elduvík, Fámjin, Funningsfjørður, Funningur, Gásadalur, Gjógv, Haldórsvík, Haraldssund, Hattarvík, Hellurnar, Hestur, Hov, Húsar, Húsavík, Hvalba, Kaldbaksbotnur, Kirkja, Kolbeinagjógv, Koltur, Kunoy, Langasandur, Leynar, Ljósá, Lopra, Mikladalur, Mjørkadalur, Morskranes, Múli, Mykines, Nesvík, Norðradalur, Norðtoftir, Oyndarfjørður, Porkeri, Saksun, Sandvík, Selatrað, Skarvanes, Skálabotnur, Skálafjørður, Skálavík, Skipanes, Skúgvoy, Skælingur, Stóra Dímun, Stykkið, Sumba, Sund, Svínáir, Svínoy, Syðradalur (Kalsoy), Syðradalur (Streymoy), Tjørnuvík, Trøllanes, Undir Gøtueiði, Vatnsoyrar, Víkarbyrgi, Æðuvík og Ørðavík.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37