Ongi úrslit

Nú koyra tað fleiri bilar í Norðoyatunlinum enn nakrantíð áður

Í august var miðalferðslan millum Klaksvík og Leirvík 5349 bilar um dagin

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

Tølini siga, at í august plagar ferðslan í Norðoyatunlinum at vera størri, enn hon er aðrar mánaðir.

Vanliga ferðslan er stór, og sjálvsagt er tað uppaftur tættari millum bilarnar, tá ið tað í sama mánað er bæði Summarfestivalur og Sjómannadagur.

Sambært tunnil.fo koyrdu tað í miðal fyri hvørt samdøgur 5349 bilar í Norðoyatunlinum í august í ár. Hetta er mesta ferðslan yvirhøvur í einum mánað. Tað er bara einaferð áður komið fyri, at ferðslan hevur verið omanfyri 5000 bilar. Tað var í august í 2025. Fyri einum ári síðani var miðalferðslan 5180 bilar.

Í hinum tunlunum er ferðslan vaksin, tá ið sammett verður við august undanfarin ár. Men tað er bara í Norðoyatunlinum, at ferðslan í síðsta mánað var størri, enn hon nakrantíð áður hevur verið í ein mánað.

Miðalferðsla pr. dag. fyri Norðoyatunnilin

Miðalferðsla pr. dag. fyri Vágatunnilin

Miðalferðsla pr. dag. fyri Eysturoyartunlinum samlað

Miðalferðsla pr. dag. fyri Eysturoyartunlinum Eysturoy-Streymoy

Miðalferðsla pr. dag. fyri Eysturoyartunlinum Strendur-Rókin

Miðalferðsla pr. dag. fyri Sandoyartunnilin

tunnil.fo

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50