Ongi úrslit

Nú verða tveir almennir stovnar umskipaðir fyri at bøta um trygdina

Alt, sum hevur við tilbúgving og trygd á arbeiðsplássum, skal mennast
Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Øll tilbúgvingin í Føroyum skal nú savnast á einum stovni, nevniliga á Vørn. Sostatt verða teir báðir stovnarnir, Vørn og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, nú umskipaðir.

í hesum sambandi verða tey starvsfólk, sum umsita tilbúgvingarlógina á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum nú flutt yvir á Vørn.

Samstundis verður Arbeiðs- og brunaeftirlitið umskipað so at tað verður arbeiðseftirlit burturav.

Endamálið er at savna tilbúgvingarøkið í Vørn og harvið styrkja samskipanina og menningina á økinum, siga Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.

– Vit eru í einari tíð, har alsamt størri dentur verður lagdur á tilbúgving og samfelagstrygd, staðfestir Bárður á Steig Nielsen.

– Við at savna hesar uppgávurnar hjá Vørn fáa vit eitt sterkari fakligt umhvørvi og betri møguleikar fyri at samskipa og menna tilbúgvingina í Føroyum, leggur hann afturat.

Samstundis fer Arbeiðseftirlitið at arbeiða miðvísari við fyribyrging, eftirliti og við at bøta um arbeiðsumhvørvið, sigur Margit Stórá.

– Arbeiðstrygd skal raðfestast hægri, hugburðurin á arbeiðsplássum skal broytast, og vit skulu hava eina nullhugsjón, tá tað kemur til arbeiðsvanlukkur sigur hon.

Í sambandi við bygnaðarbroytingina verður eisini stjóraskifti á Arbeiðseftirlitinum. Leivur Persson, sum hevur verið stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, flytur við til Vørn sum deildarleiðari á tilbúgvingarøkinum.

Tummas Pauli Juul, deildarleiðari, hevur fyribils tikið við sum stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01