Ongi úrslit

Nú verður asfalterað á Skála

Runavíkar kommuna samtykti 31. oktober at asfaltera á Norðurhædd og høvuðsvegin á Skála

runavik.fo
4. november 2024 kl. 18:35

Á býráðsfundinum 26. september samtykti býráðið - við atkvøðunum 6-4 - at fara undir asfaltering uppi á Norðurhædd í Saltangará og at asfaltera høvuðsvegin ígjøgnum bygdina á Skála. Á býráðsfundinum hin 31. oktober samtykti býráðið - við atkvøðunum 7-4 – uppskotið um asfaltering við 2. viðgerð.

EM Asfalt átti lægsta boðið. Asfalterað er á Norðurhædd, og í løtuni er felagið farið undir at fyrireika asfalteringina ígjøgnum bygdina á Skála. Fipur og aðrar installatiónir eru partar av verkætlanini.

Í dag skrivaðu Edvard Mikkelsen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmálan í kjallaranum hjá fyrrverandi borgarstjóranum í Skála kommunu Kára Johannesen.

Sigrid J. Dalsgaard, verkfrøðingur, hevur fyrireikað málið fyri Runavíkar kommunu.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47