Ongi úrslit

Nú verður eitt vegastrekki í Havn frítt fyri bilar í ávís tíðarskeið

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Tórshavnar býráð fer nú at gera eitt vegastrekki í miðbýnum í Havn, frítt fyri bilar í ávís tíðarskeið.

Talan er um vegastrekkið frá vaglinum niðan á Káta Hornið og ætlanin er at gera hetta strekki bilafrítt í jólmánaðinum í ár og í juli næsta ár.

Í staðin skal tað verða eitt gott øki til frið og samveru í ávís tíðarskeið í vetur og næsta summar, sigur býráðið.

Á hesum strekkinum fer tað bara at verða loyvt at koyra av Tinghúsvegnum, eftir Sverrisgøtu og oman í Tórsgøtu. Samstundis skulu vørubilar sleppa til handlarnar á strekkinum.

Hesi seinastu árini hava verið ymisk tiltøk verið í handilsgøtuni sum  draga fólk til sín og skapa lív í miðbýnum, sigur býráðið.

Men skal tað bera til, er neyðugt at sperra økið fyri almenna ferðslu  ávís tíðarskeið.

Hetta er ein roynd at økja um trivnaðin hjá fólki og umstøðurnar hjá fólki til gongu - og at bøta um umstøðurnar hjá vinnuni í býnum. Samstundis verðu økið ímillum Havnará og Ráðhúsið sett av til hýruvognar.

Annfinn Brekkstein býráðslimur fyri Sambandsflokkin, sigur, at hann tekur ikki støðu til málið fyrr enn býráðið skal taka støðu til tað og teir báðir býráðslimirnir fyri Kommunulistan, Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen, taka ikki undir við tí.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

Í gjár kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13