Ongi úrslit

Bygdaleiðir nýggjar bussar

Nýggju bussarnir hjá Standfaraskipum Landsins verða tiknir i brúk í dag

Bryndis Hjartardóttir
1. mai 2020 kl. 09:50

Nýggja sáttmálaskeiðið um koyringina á bygdaleiðum byrjar í dag 1. Mai.

Bygdaleiðir hevur í mong ár verið rikin av privatum bussfeløgum og varð bjóða út nýggjum í januar í ár. Sáttmálaskeiðið er nú longt úr 5 til 7 ár.  

Sáttmálar eru hesuferð gjørdir við færri, men størri veitarum og har í millum eru eisini nakrir nýggir veitarar. 

Allur bussflotin er skiftur út við spildurnýggjar bussar. Talan er um 45 spildurnýggjar bussar, sum byrja at koyra í dag. 

Millum nýggju bussarnar er eisini ein el-bussur, sum ferð at røkja leiðina á Sandoynni. Hetta er fyrsti el-bussurin í Føroyum. Hesin er eitt royndarátak hjá bygdaleiðum at vita hvussu el-bussar royna seg í Føroyum. 

Ein munandi broyting við bussunum er, at allir nú hava lyftu og kunnu tí nú eisini taka í móti rullistólum.

Nýggju bussarnir hjá Bygdaleiðum hava eisini eina innbygda skipan, har brúkarin kann fylgja við hvar á rutuni bussurin er staddur. Hetta fer at verða gjørligt í gjøgnum eina app.

 

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54