Ongi úrslit

Nýggj akfør: 50 prosent fleiri skrásett í august

135 nýggj akfør vórðu skrásett í august. Tað eru 45 fleiri enn í august í fjør, og persónbilarnir standa fyri størsta partinum av vøkstrinum.

© Obi / Unsplash.
Skrásetingin av nýggjum akførum vaks munandi í august.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Skrásetingin av nýggjum akførum vaks munandi í august. Tilsamans vórðu 135 nýggj akfør skrásett, samanborið við 90 í august í fjør. Tað eru 45 fleiri, svarandi til ein vøkstur á 50 prosent sambært Akstovuni.

Serliga talið á nýggjum persónbilum vaks. Í august vórðu 84 nýggir persónbilar skrásettir, samanborið við 49 sama mánað í 2025. Tað eru 35 fleiri enn í august í fjør.

Vøksturin sæst eisini aftur í samlaðu tølunum fyri fyrstu átta mánaðirnar í ár. Frá januar til og við august eru 1.439 nýggj akfør skrásett. Í sama tíðarskeiði í fjør vóru tey 1.245. Tað eru 194 fleiri akfør, svarandi til ein vøkstur á 15,58 prosent.

Av teimum eru 1.007 persónbilar. Fyrstu átta mánaðirnar í fjør vóru teir 898. Tað er ein vøkstur á 109 bilum ella 12,14 prosentum.

Fleiri vøruvognar og viðfestivognar

Eisini fleiri onnur akfarasløg eru farin fram. Higartil í ár eru 203 nýggir vøruvognar skrásettir, 19 fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Talið á viðfestivognum er samstundis vaksið úr 75 í 103, svarandi til 37,33 prosent.

Talið á lendisakførum er tvífaldað úr níggju í 18, meðan talið á lastbilum er trífaldað úr trimum í níggju.

Hagtølini vísa skrásetingina av nýggjum akførum frá januar til august í 2025 og 2026.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

Í gjár kl. 18:05

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Eitt av hvørjum fimm atgongumerkjum fer til MVG

2. sepember kl. 13:33