Borgarstjórarnir í sjey kommunum skrivaðu mikudagin undir eina felags samstarvsavtalu um integratión.
Samstarvið fevnir um Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu, Fuglafjarðar kommunu, Kunoyar kommunu, Hvannasunds kommunu, Viðareiðis kommunu og Fugloyar kommunu.
Avtalan varð undirskrivað á fyrsta fundinum hjá nýggju samstarvsnevndini.
Løgtingið hevur samtykt eina integratiónslóg, sum áleggur øllum kommunum at hava sett ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli 2026.
Skal hjálpa fólki at gerast partur av samfelagnum
Sóley Sjúrðaberg tók 1. mai við starvinum sum integratiónssamskipari fyri norður- og eysturøkið.
Hon skal vegleiða og hjálpa fólki og vísa teimum á møguleikar og tænastur í kommununum. Saman við politisku skipanini skal hon eisini virka fyri, at fólk trívast og gerast ein virkin partur av samfelagnum.
Á fundinum greiddi hon borgarstjórunum frá arbeiðinum higartil og umrøddi við teimum viðkomandi spurningar og avbjóðingar.