Skráseting Føroya hevur í samstarvi við danskar myndugleikar fingið í lag eina nýggja skipan, sum gevur føroyskum feløgum og almennum myndugleikum møguleika at fáa danskt CVR-nummar.
Við nummarinum kunnu tey stovna MitID Erhverv og fáa atgongd til danskar talgildar tænastur og skipanir, sum krevja hesa samleikaskipan.
Danskur bústaður er ein treyt
Føroysk feløg, sum vilja hava CVR-nummar, skulu senda umsókn til Skráseting Føroya, sum viðger hana og sendir hana víðari til donsku Erhvervsstyrelsen.
Ein treyt er, at felagið hevur ein bústað í Danmark, har myndugleikar, viðskiftafólk og onnur kunnu seta seg í samband við felagið.
Felagið skal sjálvt gera avtalu við eigaran ella leigaran av bústaðnum og tryggja, at viðkomandi kennir skyldurnar, sum fylgja við skrásetingini.
Myndugleikar verða skrásettir í Keypmannahavn
Føroyskir almennir myndugleikar kunnu eisini fáa CVR-nummar, men hjá teimum er mannagongdin øðrvísi.
Sambært avtaluni skulu teir skrásetast á bústaðnum hjá Føroysku Sendistovuni í Keypmannahavn.
Erhvervsstyrelsen skrásetir teir sum almennar fyrisitingarmyndugleikar og sum P-eindir undir sendistovuni.
Tá CVR-nummarið er tillutað, kunnu bæði feløg og myndugleikar venda sær til Digitaliseringsstyrelsen og søkja um MitID Erhverv.
Skipanin er komin í lag í samstarvi millum Skráseting Føroya, Vinnumálaráðið, Føroysku Sendistovuna í Keypmannahavn og danskar myndugleikar.