Ongi úrslit

Nýggj Dimmalætting við 72 síðum av tilfari

Jonhard Hammer
5. oktober kl. 11:20

Nú er aftur ein nýggj Dimmalætting at fáa í blaðsølunum kring landið, og hesaferð eru heilar 72 síður av tilfari.

Vit hava samrøðu við nýggja Próstin, Mariu Jørðdal, sum fekk eina harða byrjan sum próstur, tí dagin eftir hon fekk starvið sum próstur, fekk hon eisini staðfest krabbamein.

Annars ætlaði hon sær ongantíð at verða prestur, men tað var ein ávís hending, sum fekk alt at fella upp á pláss.

Slaktið er í hæddini og tí sambandi hava vit samrøðu við ein fyrrverandi bónda, sum hevur eina serliga uppskrift upp á at fáa gott skerpikjøt úr hjallinum - og vit tosa eisini við ein annan bónda, sum turrisliga heldur fyri, at mann skal vera passaliga býttur fyri at tíma tað lívið.

Og hjá IRF hevur stjórin roknað seg fram til, at hvørt ár koyra vit mat frá slaktinum í skrell, sum annars er nokk at breyðføða allar Føroyar í meiri enn ein mánað.

Vit tosa eisini við nakrar føroyskar tónleikarar í útlegd. Kristel Lisberg býr í Keypmannahavn og í dag ásannar hon, at ikki øll gerast stór nøvn og tað hevur eisini broytt tónleikadreymin.

Símun Kunoy, sum nú eitur Símun Von Kony, býr á Fjóni og hóast hann er komin upp í árini, er tónleikurin framvegis ein stórur partur av gerandisdegnum

Myrna Hansen bygt sær eina tilveru í Stockholm - hon heldur, at kanska vóru Føroyar og smáar fyri hana.

Hjá Sigrid Rasmussen, sum býr í Ålborg, tók lívið eina nýggja vend eftir at hon fekk krabbamein - og eina uppsøgn.

Sveinur Kjær Gaard, gjørdust kendur tá ið hann var í finaluni í X-factor í 2012. Í dag arbeiðir hann á psykiatriska økinum í Esbjerg, hevur familju - og nýggjar tónleikaætlanir.

Í blaðnum tosa vit eisini við stjórar og ábyrgdarfólk í fleiri fyritøkum um hvussu tað gongur og hvørjar framtíðarætlanir tey hava.

Ein av nógvu søgunum er, at vit hava aftur fingið beinleiðis ferðasamband ímillum Suðuro og Skotland. Nýggja farleiðin gevur okkum nýggj­ar møguleikar og vit kunnu fram­leiða meira við einum álít­andi og føstum sam­bandi úr Suðuroynni, sigur Hanus Jacob­sen.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55