Ongi úrslit

Nýggj ES-tøl: Donsk húsarhald hava næsthægstu skuldina

Skuldin hjá donskum húsarhaldum svarar til 84,1 prosent av BTÚ. Bert húsarhaldini í Niðurlondum hava størri skuld í mun til búskapin.

© Antoine Schibler / Unsplash
Nýggj tøl frá Eurostat vísa, at donsk húsarhald eru millum tey mest skuldarbundnu í Evropa.
Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Nýggj tøl frá Eurostat vísa, at donsk húsarhald eru millum tey mest skuldarbundnu í Evropa. Niðurlond liggja ovast við einari húsarhaldsskuld, sum svarar til 93,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Húsarhaldsskuld fevnir millum annað um bústaðarlán, nýtslulán og aðra lántøku. Talið vísir samlaðu skuldina hjá húsarhaldunum í mun til støddina á búskapinum – ikki, hvussu nógv einstaka húsarhaldið skyldar.

Norðurevropa ovast á listanum

Svøríki er nummar trý við 82,3 prosentum, og Finnland er nummar fýra við 62,9 prosentum. Húsarhaldini í fleiri norður- og vestevropeiskum londum eru sostatt munandi meira skuldarbundin enn húsarhaldini í Suðurevropa.

Í Italia er skuldin 35,9 prosent av BTÚ, í Grikkalandi 38 prosent og í Spania 42,9 prosent.

Skuldin er minkað síðan 2020

Í ES undir einum var húsarhaldsskuldin 49,4 prosent av BTÚ í 2025. Í evruøkinum var hon 50,7 prosent. Bæði tølini eru lækkað á hvørjum ári síðan 2020.

Evropanevndin vísir á 55 prosent av BTÚ sum markið, har húsarhaldsskuld kann fara at verða ein váði fyri búskapin.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

Í gjár kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

20 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57