Ongi úrslit

Nýggj farmaleið: Samskip knýtir Vág beinleiðis at Skotlandi

Samskip hevur sett eina nýggja fasta farmaleið í sigling millum Føroyar og Skotland, og Vágs havn verður nú partur av leiðini tvær ferðir um vikuna.

© Vágs kommuna.
Samskip byrjaði mánadagin 21. september regluliga farmasigling millum Føroyar og Skotland.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Samskip byrjaði mánadagin 21. september regluliga farmasigling millum Føroyar og Skotland. Siglt verður úr Runavík um Vág til Scrabster í norðara Skotlandi. Fyrstu ferð kom Silver Pearl á Vág um midnáttarleitið.

Laksur er ein týðandi partur av grundarlagnum

Vanliga verður leiðin rikin við farmaskipinum MV Silver Arctic, sum eftir ætlan leggur at í Vági tvær ferðir um vikuna.

Útflutningur av føroyskum laksi er ein týðandi partur av grundarlagnum undir siglingini. Samskip og FarCargo, flutningsfelagið hjá Bakkafrost, hava gjørt eina langtíðaravtalu um flutning á leiðini. Farmaleiðin verður tó eisini opin fyri aðrar kundar, bæði í Føroyum og Bretlandi.

Nýggja sambandið kann samstundis minka um nøgdina av farmi, sum annars verður fluttur við Smyrli millum Suðuroynna og Havnina. Sambært Vágs kommunu kann tað fáa jaliga ávirkan á ferðafólkaflutningin, serliga tá nógv trýst er á bilaplássini umborð.

Vág fær beinleiðis samband við bretska marknaðin

Scrabster hevur gott samband víðari til marknaðir og flutningsmiðstøðir í Bretlandi. Samskip hevur saman við staðbundnum veitarum fyrireikað eina samlaða flutningsloysn við lossing, umskipan og víðari flutningi.

– Nýggja farleiðin er eitt týðandi stig fyri Vágs havn, lokala vinnulívið, ja, fyri vinnulívið í Føroyum, sigur Marin H. Gårdlykke, forkvinna í havna- og vinnunevndini.

Bjarni Johansen, borgarstjóri, sigur, at tað, at Samskip hevur valt Vágs havn sum støð í Suðuroynni, er ein viðurkenning av møguleikunum hjá havnini og kann gerast eitt týdningarmikið stig í víðari menningini av henni.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11