Ongi úrslit

Nýggj føðideild tikin í nýtslu: – Næstan sum at flyta úr einari øld í eina aðra

Føðideildin á Landssjúkrahúsinum er flutt úr gamla Alexandrines Hospitali og inn í nýggju og nútímans hølini í H-bygninginum.

© Sjúkrahúsverkið
Føðideildin á Landssjúkrahúsinum flutti 1. september úr gamla Alexandrines Hospitali og inn í nýggju hølini í H-bygninginum.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føðideildin á Landssjúkrahúsinum flutti 1. september úr gamla Alexandrines Hospitali og inn í nýggju hølini í H-bygninginum. Í sambandi við flytingina varð skipað fyri móttøku, har Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, helt røðu.

– Hetta er ein dagur, sum vit hava bíðað leingi eftir, segði hon.

Hon lýsti flytingina sum nógv meira enn bara eina flyting tvørtur um sjúkrahúsøkið.

– Tað er næstan sum at flyta úr einari øld og inn í eina aðra.

Betri karmar hjá familjunum

Gamli bygningurin er sambært landsstýriskvinnuni ikki bygdur til tey krøv, sum í dag verða sett til eitt framkomið heilsuverk. Nýggja føðideildin hevur ljós, nútímans og væl útgjørd høli.

Einastovurnar skulu geva nýggjum familjum betri møguleika fyri friði og privatlívi eftir føðingina og betri umstøður at finna seg til rættis í nýggja leiklutinum.

Starvsfólk og foreldur gingu saman

Hátíðarhaldið byrjaði klokkan 10, tá fyrrverandi og núverandi starvsfólk og komandi foreldur gingu frá gomlu føðideildini yvir í H-bygningin. Síðani varð snórurin kliptur.

Landsstýriskvinnan legði samstundis dent á, at nýggir bygningar og nýggj tøkni ikki kunnu standa einsamøll.

– Tað eru starvsfólkini, sum geva bygninginum lív og skapa tryggleikan.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

Í gjár kl. 18:05

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

1. sepember kl. 08:50

Eitt av hvørjum fimm atgongumerkjum fer til MVG

2. sepember kl. 13:33