Ongi úrslit

Nýggj føroysk gransking: 39 prosent stríðast við strongd av typu 1-diabetes

Nærum fýra av tíggju vaksnum føroyingum við typu 1-diabetes uppliva sálarliga strongd, vísir nýggj landsfevnandi kanning.

© Setrið.
Vanja Klein Olsen í miðjuni gjørdist master í heilsuvísindum í februar. Maria Skaalum Petersen (til vinstru) og May-Britt Skoradal, vóru vegleiðarar
Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Nýggja kanningin vísir, at 39 prosent av luttakarunum stríðast við sokallaða diabetesstrongd. Tað er sálarliga og kensluliga tyngdin av støðugt at skula handfara eina varandi sjúku.

Úrslitið bendir á, at ein munandi partur av vaksnum føroyingum við typu 1-diabetes kann hava tørv á meira málrættaðum stuðli. Granskararnir mæla til, at sálarliga støðan verður ein grundleggjandi partur av vanligu diabetesviðgerðini.

119 føroyingar tóku lut

Kanningin fevndi um 119 vaksin fólk. Tað svarar til 58 prosent av føroyska bólkinum við typu 1-diabetes. Luttakararnir svaraðu einum netspurnablaði frá juni til august 2023.

Granskararnir nýttu ein sjey spurninga kanningarhátt, sum mátar kensluligu byrðuna av diabetes. Samanhangur varð funnin millum diabetesstrongd og fimm viðurskifti: ungan aldur, nýliga staðfesta diabetes, royking, lága meting av egnari heilsu og ónøgd við kunningina frá heilsustarvsfólki undan viðgerðarbyrjan.

Fyrsta vísindaliga greinin

Greinin er kunngjørd í Scandinavian Journal of Public Health. Tórhalla Vanja Klein Olsen er høvuðsrithøvundur. Hini, sum hava skrivað greinina, eru May-Britt Skoradal, Ingrid Willaing, Herborg Líggjasardóttir Johannesen og Maria S. Petersen.

Vanja Klein Olsen skrivar á LinkedIn, at hetta er hennara fyrsta vísindaliga grein. Hon vónar, at úrslitini kunnu fáa týdning fyri bæði framtíðar gransking og kliniska viðgerð.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

Í gjár kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

20 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57