Ongi úrslit

Nýggj frágreiðing: Cerebral paresa er munandi vanligari í Føroyum enn í øðrum háinntøkulondum

Fyrsta føroyska frágreiðingin um cerebrala paresu vísir ein títtleika á 3,4 fyri hvørjar 1.000 føðingar – meira enn tvífalt miðaltalið í háinntøkulondum.

© Heilsustýrið.
Títtleikin av cerebralari paresu, CP, millum børn í Føroyum er lutfalsliga høgur samanborið við onnur háinntøkulond.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Títtleikin av cerebralari paresu, CP, millum børn í Føroyum er lutfalsliga høgur samanborið við onnur háinntøkulond. Tað vísir fyrsta frágreiðingin hjá Heilsustýrinum um CP í Føroyum.

Frágreiðingin fevnir um 35 børn við CP, sum vórðu fødd í Føroyum frá 2009 til 2023 og eru skrásett í CP-skránni hjá Heilsustýrinum. Í miðal hava 3,4 av hvørjum 1.000 børnum, sum verða fødd í Føroyum, CP.

Meira enn tvífalt miðaltalið

Í flestu evropeisku londum liggur títtleikin vanliga millum 1,5 og 2,5 fyri hvørjar 1.000 føðingar. Í háinntøkulondum, eitt nú Norðurlondum, er miðaltalið um 1,6.

Føroyski títtleikin er sostatt meira enn tvífalt so høgur sum miðaltalið í háinntøkulondum. Heilsustýrið leggur tó dent á, at talan er um fáar tilburðir, og frágreiðingin ger onga niðurstøðu um, hví títtleikin er so høgur.

CP er eitt varandi brek, sum stavar frá einum skaða í heilanum og serliga kann ávirka rørslu og motorikk. CP Danmark lýsir eisini CP sum eitt lívslangt brek og vanligastu orsøkina til rørslubrek hjá børnum og ungum í Danmark.

Heilsustýrið vil hava betri skráseting

Heilsustýrið mælir millum annað til at skipa skrásetingina betur, seta ein CPUP-samskipara og økja arbeiðsorkuna innan barnaneurologi og ortopedi.

– Við frágreiðingini hava vit fingið eitt samlað yvirlit yvir CP-økið í Føroyum. Nú er umráðandi at tryggja eina fasta skráseting, so vit eisini frameftir hava dagførda og álítandi vitan, sigur Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

Í gjár kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11