Granskarar á Firum luttóku á altjóða ráðstevnuni EUROLAG11 í Reykjavík, har teir løgdu fram nýggja føroyska gransking um firðir og strondnær sjóøki. Á ráðstevnuni varð serligur dentur lagdur á, hvussu veðurlags- og umhvørvisbroytingar ávirka hesi øki.
Ein av framløgunum snúði seg um mátingar í Kaldbaksfirði og Tangafirði. Kanningarnar byrjaðu í 2021–2022 í sambandi við kræklingaaling, men eru síðani mentar til eina fimm ára tíðarseriu sum partur av granskingarverkætlanini FjordProcess.
Fimm ára mátingar geva betri grundarlag
Mátingarnar fevna um hydrografisk, evnafrøðilig og lívfrøðilig viðurskifti. Tær geva millum annað vitan um sjóvarstreym, útskifting av botnvatni, føðsluevni og frumframleiðslu.
Við framhaldandi mátingum fæst eitt alsamt betri grundarlag fyri at kanna, hvussu føroysku firðirnir verða ávirkaðir av broytingum í havinum kring Føroyar.
Havmodell kannar sambandið við Landgrunnin
Firum legði eisini fram arbeiðið við havmodellinum FarCoast. Modellið verður nýtt til at kanna streymviðurskifti og vatnútskifting frá Landgrunninum og inn í føroysku firðirnar.
Kanningarnar fevna um Sundalagið Norður, Sundalagið Suður, Tangafjørð og Kaldbaksfjørð. Úrslitini úr modellunum verða samanborin við mátingar úr somu økjum. Saman kunnu tey geva betri fatan av, hvussu sjógvur verður fluttur inn og út úr firðunum, og hvussu hetta ávirkar lívfrøðiligu framleiðsluna.
Langtíðarmátingar og havmodellering geva sostatt eitt sterkari grundarlag fyri at fylgja broytingum í føroyska havumhvørvinum.