Ongi úrslit

Nýggj heimasíða í Runavík: Skal hjálpa tilflytarum at finna seg til rættis

Runavíkar kommuna hevur latið upp enska heimasíðu, sum savnar kunning og tænastur til fólk, ið nýliga eru flutt til kommununa.

Edmund Jacobsen
8 tímar síðan

Nýggja heimasíðan, newinrunavik.fo, skal gera tað lættari hjá nýggjum borgarum at finna viðkomandi kunning um lívið í Runavíkar kommunu.

Á síðuni eru upplýsingar um kommunalar tænastur og møguleikar í nærumhvørvinum. Hon er serliga ætlað fólki, sum eru flutt til kommununa úr øðrum londum, og tí er heimasíðan á en skum.

Síðan kann eisini vera hent hjá øðrum, sum vilja fáa eitt greitt yvirlit yvir gerandisdagin og tænasturnar í kommununi.

Skulu kenna seg heima

Endamálið er at geva nýggjum borgarum eina góða móttøku og hjálpa teimum at kenna seg heima og gerast partur av lokalsamfelagnum.

Kommunan vónar eisini, at heimasíðan verður eitt hent amboð hjá fólki, sum hava samband við ella hjálpa teimum, ið nýliga eru flutt til kommununa.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

Í gjár kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

20 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57