Ongi úrslit

Nýggj kunngerð: Løgreglan fær atgongd til fleiri internetupplýsingar

Fjarskiftisveitarar skulu skráseta, hvørjum IP-adressur verða latnar, og nær internetsambandið hjá brúkarum byrjar og endar.

© Christian Wiediger / Unsplash
Føroya landsstýri hevur sent eitt uppskot um neyvari skráseting av internetupplýsingum í hoyring.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroya landsstýri hevur sent eitt uppskot um neyvari skráseting av internetupplýsingum í hoyring. Verður kunngerðin sett í gildi, skulu føroyskir fjarskiftisveitarar skráseta og goyma ávísar upplýsingar um internetatgongd hjá endabrúkarum í eitt ár.

Endamálið er at geva løgregluni eitt amboð til at kanna og rættarsøkja talgild lógarbrot. Eftir ætlan kemur kunngerðin í gildi 1. mars 2027.

Navn, IP-adressa og tíðspunkt skulu skrásetast

Veitarar skulu millum annað skráseta kundanummar ella aðra eyðmerking av brúkaranum, IP-adressu, portnummar og møguligt telefonnummar.

Harumframt skulu navn og bústaður hjá haldaranum skrásetast. Eisini skal verða skrásett, nær internetsambandið byrjar og endar.

Upplýsingarnar skulu goymast á ambætarum í Føroyum ella innan ES. Tá goymslutíðin er farin, skulu tær beinast burtur á óafturvendandi hátt, uttan so at onnur lógarheimild loyvir, at tær verða goymdar longur.

Smærri feløg verða undantikin

Reglurnar fevna um veitarar av fjarskiftisnetum og fjarskiftistænastum. Smærri bústaðarfeløg, eigarafeløg, antennufeløg og líknandi feløg, sum veita færri enn 100 eindum samband, verða tó undantikin.

Flutningur av útvarps- og sjónvarpssendingum er heldur ikki fevndur av kunngerðini.

Brot á skylduna at skráseta og goyma upplýsingarnar kann revsast við bót. Freistin at lata inn hoyringarsvar er 21. august 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

22 tímar síðan

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30