Nýggja kunngerðin um fyribyrging og týning av rottu er komin í gildi og skal gera rottuarbeiðið í Føroyum meira skipað, fakligt og fyribyrgjandi.
Kunngerðin kom í gildi 6. juli 2026 og byggir í stóran mun á kunngerð nr. 147 frá 2017. Endamálið er at styrkja arbeiðið at fyribyrgja og týna rottu og at skapa betri grundarlag fyri einum samanhangandi arbeiði kring landið.
Løggilding verður krav
Ein av týdningarmestu broytingunum er, at løggildingarskeið nú verður kravt av teimum, sum arbeiða við rottutýning. Hetta skal tryggja neyðugu fakligu førleikarnar og skapa eina felags fatan av, hvussu rottutýning eigur at verða framd.
Krav verður eisini sett um rottutrygging av bygningum. Endamálið er at forða rottum at sleppa inn, fáa atgongd til føði ella finna sær skýli.
Felags talgild skipan
Umhvørvisstovan fer at veita kommununum eina felags talgilda GIS-skipan til skráseting. Skipanin skal geva betri yvirlit, styrkja raðfestingarnar og lætta um arbeiðið hjá kommununum.
Síðani 2022 hava fleiri kommunur skipað arbeiðið við rottufyribyrging meira miðvíst. Millum annað hava kommunur sett í verk skipaða týning í haganum og øðrum viðkvomum økjum fyri at verja fuglalív og lívmargfeldi.
Kunngerðin skal verja náttúruna, heilsuna og fíggjarligu virðini. Við meira fyribyrgjandi arbeiði ber til at minka um smittuvanda og avmarka teir skaðar, sum rotta kann elva til.