Ongi úrslit

Nýggj proteinætlan hjá ES: Fiskur og føði úr sjónum eru ikki við

Nýggja proteinætlanin hjá ES fevnir ikki um fisk og føði úr sjónum. Vinnan óttast, at tað kann føra til minni politiskt fokus, færri íløgur og minni gransking.

ES-nevndin hevur lagt fram eina nýggja proteinætlan, sum millum annað skal minka um innflutningin og økja framleiðsluna og nýtsluna av proteini, sum er framleitt í ES. Men fiskur, aling og føði frá sjónum eru ikki fevnd av ætlanini.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

ES-nevndin hevur lagt fram eina nýggja proteinætlan, sum millum annað skal minka um innflutningin og økja framleiðsluna og nýtsluna av proteini, sum er framleitt í ES. Men fiskur, aling og føði frá sjónum eru ikki fevnd av ætlanini.

European Union Seafood Alliance, EUSeA, sum umboðar fleiri stórar felagsskapir innan evropeiska fiskivinnu og alivinnu, finst hvassliga at avgerðini.

Guus Pastoor, forseti í Seafood Europe, sigur, at talan ikki bara er um nakað, sum er gloymt. Fiskiveiða, aling og fiskavirking eru beinleiðis undantikin proteinpolitikkinum hjá ES.

Óttast minni fígging og politiskan ans

Undantakið hevur ikki við sær nýggjar lógarforðingar, men sambært Pastoor kann tað fáa strategiskan týdning fyri vinnuna.

Politiskar ætlanir hjá ES ávirka millum annað raðfestingar, fígging, gransking, nýskapan, íløgur og framtíðar lóggávu. Tá fiskur og føði úr sjónum standa uttanfyri høvuðsætlanina fyri protein, er vandi fyri, at vinnan fær minni ans á hesum økjum.

Vil hava serliga ætlan fyri sjóføði

Seafood Europe heitir nú á ES um at gera eina greiða virkisætlan fyri sokallaðan Blue Food. Hon skal knýta ymisk politikkøki saman, beina burtur forðingar í regluverkinum og gera tað lættari at menna nýggjar loysnir til vinnuliga framleiðslu og marknað.

Sambært Pastoor kann betri gagnnýtsla av hjávørum frá fiskavirking eisini skapa nýggjar inntøkur, minka um burturkast og geva nýggjar vinnumøguleikar.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

Í gjár kl. 08:24

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

Í gjár kl. 12:03

Japansk greining vekir kjak um COVID-19-koppsetingar

3. august kl. 16:41

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06