Ongi úrslit

Nýggj siglingarleið: Skógafoss skal sigla millum Tórshavn og Rotterdam

Eimskip letur nýggja Purple Line upp í august. Leiðin skal styrkja føroyskan útflutning og innflutning millum Føroyar og Evropa.

Skipið Skógafoss skal sigla úr Tórshavn til Rotterdam og aftur til Føroya.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Eimskip leggur í august eina nýggja vikuliga siglingarleið afturat síni siglingarskipan. Skipið Skógafoss skal sigla úr Tórshavn til Rotterdam og aftur til Føroya.

Fyrsta fráferðin úr Tórshavn verður 4. august.

Nýggja leiðin skal styrkja sambandið millum Føroyar og evropeiska meginlandið. Serliga verður dentur lagdur á útflutning av ferskum føroyskum fiskavørum, ikki minst laksi.

Útflutningurin veksur

Vilhelm Már Þorsteinsson, stjóri í Eimskip, sigur, at felagið sær vaksandi útflutning av ferskum sjógæti úr Føroyum til Evropa. Serliga laksur fyllir meira, og væntanin er, at vøksturin heldur fram.

Sambært stjóranum er eitt álítandi beinleiðis samband millum Føroyar og Rotterdam avgerandi. Tað kann stytta flutningstíðina og gera tað møguligt at flyta størri nøgdir.

Leiðin skal samstundis geva føroyskum innflutningsfyritøkum betri og regluligari atgongd til vørur úr evropeiska meginlandinum.

Ålesund kemur við í september

Nýggja leiðin verður nevnd Purple Line. Hon er ment í tøttum samstarvi við Faroe Ship, sum er dótturfelag hjá Eimskip í Føroyum.

Frá byrjanini av september verður Ålesund í Noregi eisini partur av leiðini. Tað verður á heimferðini úr Rotterdam til Føroya.

Eimskip sigur, at Purple Line styrkir tænastuna hjá felagnum í Norðuratlantshavi og gevur kundunum eina beinleiðis leið til evropeiska meginlandið.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03