Ongi úrslit

Nýggj skipan skal fáa fleiri børn koppsett rættstundis: Foreldur fáa áminning á Vangan

Foreldur og verjar hjá børnum upp í 12 ár fáa nú sjálvvirkandi áminning tvær vikur áðrenn eina tilmælda barnakoppseting.

© Heilsustýrið.
Heilsustýrið hevur sett eina nýggja áminningarskipan í verk, sum skal gera tað lættari hjá foreldrum og verjum at minnast barnakoppsetingarnar.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Heilsustýrið hevur sett eina nýggja áminningarskipan í verk, sum skal gera tað lættari hjá foreldrum og verjum at minnast barnakoppsetingarnar. Skipanin sendir sjálvvirkandi boð um Vangan tvær vikur áðrenn, barnið eigur at fáa eina tilmælda koppseting.

Heilsustýrið væntar, at skipanin fer at økja um talið á børnum, sum verða koppsett rættstundis. Foreldur og verjar skulu tó framvegis sjálvi bíleggja tíð hjá kommunulæknanum.

Undirtøkan er minkað

Bakgrundin fyri nýggju skipanini er, at Heilsustýrið fleiri ferðir hevur ávarað um, at undirtøkan fyri teimum tilmældu barnakoppsetingunum er minkað.

Ein hugburðskanning frá 2025 vísti kortini, at føroysk foreldur sum heild taka væl undir við, at børn verða koppsett. Sambært Heilsustýrinum er trupulleikin heldur, at ein alsamt størri partur av foreldrunum av ymsum orsøkum ikki fær koppsetingarnar í lag.

Sjúkurnar kunnu taka seg upp aftur

Barnakoppsetingarætlanin verjir børn móti álvarsligum smittusjúkum sum meslingum, polio og kikhosta. Fleiri av hesum sjúkunum eru nú at kalla útruddaðar í Føroyum, millum annað tí so nógv eru koppsett.

Heilsustýrið vísir tó á, at sjúkurnar framvegis eru til aðrastaðni, eisini í Evropa. Tí kunnu tær taka seg upp aftur í Føroyum, um vit ikki halda fram at koppseta.

Barnakoppsetingarætlanin fevnir um koppsetingar frá trimum mánaðum og upp í 12 ára aldur. Tá verður koppseting móti humanum papillomavirusi, HPV, tilmælt.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

16 tímar síðan

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

Í gjár kl. 21:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

10 tímar síðan