Frá 1. apríl 2027 skulu førarar av ávísum dumparum og entreprenørmaskinum eftir ætlan hava serligt vinnubræv. Tað stendur í einum kunngerðaruppskoti frá Almanna- og bústaðamálaráðnum.
Kravið skal galda dumparar við loyvdari heildarvekt oman fyri 3.500 kilo og entreprenørmaskinur við arbeiðsvekt oman fyri 2.000 kilo. Millum maskinurnar eru gravimaskinur, beltmaskinur, bulldosarar.
Uppskotið fevnir eisini um kranar, gaffiltrukkar, gaffilstáplarar, teleskoplessarar og terminaltrekkjarar.
Arbeiðsgevarin fær ábyrgdina
Arbeiðsgevarin skal tryggja, at førararnir hava neyðuga upplæring, verkliga venjing og galdandi vinnubræv.
Fyri at fáa vinnubræv skal førarin vera minst 18 ára gamal, hava galdandi heilsuváttan og standa bæði ástøðiliga og verkliga roynd.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka vinnubrævið aftur, um førarin vísir grovt ósketni, fremur álvarslig trygdarbrot ella ikki longur er heilsuliga skikkaður. Brot á reglurnar kunnu revsast við sekt.