Talvan vísir, hvussu almennu útreiðslurnar eru býttar ímillum 10 høvuðsøki
Rakstrarútreiðslurnar hjá tí almenna, sum eru útreiðslur til lønir, vørur og tænastur, veitingar og flytingarútreiðslur annars veksa støðugt. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Í 2024 vóru tær 12,6 milliardir, men í fjør vóru tær 800 milliónir hægri, ella 13,4 milliardir. Tað er ein vøkstur upp á 5,7 prosent.
Men tað eru kommunurnar, sum standa fyri tí mesta vøkstrinum. Rakstrarútreiðslurnar hjá kommununum vuksu 7,2 prosent og rakstrarútreiðslurnar hjá landinum vuksu 2,5 prosent.

Talvurnar vísa, at inntøkur og útreiðslur fylgjast, men hesi seinastu árini eru útreiðslurnar tálmaðar aftur ímóti inntøkunum
Almennu útreiðslurnar verða býttar á tíggju høvðusøki. Nógv tær flestu útreiðslurnar eru til økið, sum eitur almannavernd, sum millum annað fevnir um útreiðslur í samband við aldurdóm, familju og børn, sjúku og avlamni og arbeiðsloysi. Útreiðslurnar til almannavernd vóru 5,55 milliardir krónur í 2025 og sostatt eru tær ein góður triðingur av øllum almennu útreiðslunum.
Næstan helvtin av útreiðslunum til almannavernd, 2,5 milliardir krónur, vóru útreiðslur og veitingar í samband við aldurdóm. Tað er 121,4 milliónir krónur ella 5,2 prosent meira enn í 2024.
Næststørsti bólkurin undir almannavernd eitur Familja og børn, og hetta eru, millum annað, dagstovnar og barnavernd.
Útreiðslurnar í bólkinum familja og børn vóru 1,4 milliardir krónur í fjør, sum eru 14 prosent meiri enn útreiðslurnar í 2024 vóru. Vøksturin kemst av øktum íløguvirksemi í dagstovnaøkið, sigur Hagstovan.