Ongi úrslit

NÝGGJA LANDSNEVNDIN ER SKIPAÐ

Og klár at fara til verka!

Sosialistisk Ung
1 tími síðan

Tann 10. juni var landsnevndin savnað til nevndarfund, á fyrsta sinni, síðan landsfund felagsins.

Fyrst á skránni var, at nývalda nevndin skuldi skipa seg.

Á landsfundinum var longu greitt, at formaður felagsins verður Petur Simonsen. Hetta var einmælt samtykt. Vit eru sera fegin um, at fáa ein so virkisfúsnan og hugagóðan formann.

Nevndin hevur gott mót, nógvar spennandi ætlanir og eitt ynski um ein virknan, savnandi og fantastiskan felagsskap. Ynskið er; at SU skal vera ein felagsskapur ið birtir undir javnaðarhugsjónini í millum ung í Føroyum.

Eisini skal SU vera eitt gott stað at vera. Tí ætlar nevndin at skipað fyri tiltøkum v.m. ið skulu stimbra um samanhaldið í millum limir felagsins.

Á nevndarfundinum 10. Juni valdi nevndin at skipa seg soleiðis:

Formaður: Petur Simonsen

Næstforkvinna: Victoria Mote

Kassameistari: Sára Maria Dalsgarð

Skrivari: Heri Wang Danielsen

Nevndarlimur: Bjørk Hentze Niclasen

Tiltakslimir: Marius Danielsen og Anna Margit Arabo.

Afturat Landsnevndini, hevur SU eisini eina útisetanevnd. Í Útisetanevndini sita: Magnus Elsuson Høgenni og Gilli Pálsson Augustinussen.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

9 tímar síðan

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Sera lítil vandi fyri at smittan kemur til Føroya

5. juni kl. 19:25

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Kapping: Skapa eitt flagg fyri skandinavisku tjóðina

4. juni kl. 22:00

Fullveldispolitikkur og vantandi viðlíkahald

5. juni kl. 09:48