Air Defence Wing á flogstøðini í Skalstrup er nú ein virkin partur av donsku loftverjuni. Deildin hevur vant við norsku NASAMS-skipanini, sum kann raka mál í stuttari og miðallangari frástøðu.
– Vit eru virkin nú og kunnu skjóta eina stýrda rakett eftir einum staðfestum máli, fáa vit boð um tað, sigur leiðarin av rakett-deildini.
Starvsfólkini tóku eina útbúgving, sum vanliga varir átta mánaðir, eftir bert tíggju vikum.
Tríggjar nýggjar skipanir
Danmark fær næsta árið tríggjar nýggjar loftverjuskipanir: IRIS-T, VL MICA og SAMP/T. Tær skulu kunna raka mál bæði undir og yvir 50 kilometrar burturi.
Ein NASAMS-stjórnarvognur kann stýra upp í 12 rakettpallum við tilsamans 72 rakettum.