Ein røð av broytingum í donsku lógini um ríkisborgararætt verður nú sett í gildi í Føroyum. Kongliga fyriskipanin er dagfest 26. august og varð kunngjørd 4. september 2026. Hon kemur í gildi dagin eftir kunngerðina, 5. september.
Ríkisborgararættur kann takast frá fólki
Ein av mest víðfevndu broytingunum snýr seg um møguleikan at missa danskan ríkisborgararætt.
Ein persónur, sum verður dømdur fyri eitt revsivert brotsverk og við atburði sínum hevur verið til álvarsligan skaða fyri grundleggjandi áhugamál hjá statinum, skal við dómi missa danska ríkisborgararættin, um tað ikki stríðir ímóti altjóða skyldum hjá Danmark.
Útlendinga- og integratiónsmálaráðharrin kann harumframt taka danska ríkisborgararættin frá einum persóni, sum hevur sýnt atburð, ið er til álvarsligan skaða fyri grundleggjandi áhugamál hjá landinum, um viðkomandi ikki verður ríkisleysur av avgerðini.
Ein slík avgerð kann leggjast fyri Býarrættin í Keypmannahavn innan fýra vikur.
Nýggjar reglur fyri børn
Reglurnar fyri børn verða eisini broyttar.
Eitt barn, sum verður føtt á einum øki, ið er fevnt av eini ávísari áseting í donsku revsilógini, fær ikki danskan ríkisborgararætt við føðingini eftir einum foreldri, um foreldrið uttan loyvi er farið inn á ella heldur til á økinum. Undantak er tó, um barnið annars verður ríkisleyst.
Harumframt kann tað í ávísum førum verða staðfest, at eitt barn ongantíð hevur fingið danskan ríkisborgararætt, um tað seinni kemur fram, at grundarlagið fyri ríkisborgararættinum ikki var til staðar.
Hetta kann tó ikki gerast, um barnið av tí verður ríkisleyst, ella um viðkomandi er fyltur 18 ár, tá viðurskiftini verða staðfest.
Nýggju reglurnar kunnu síggjast á kunngerdaportalur.fo