Ongi úrslit

Nýggjur álopsspælari verður á listanum hjá B36 í morgin

Magnus Nygaard Næs er við í kappingini um fremstu plássini á B36 liðnum

B36
2 tímar síðan

19 ára gamli Magnus Nygaard Næs fer komandi mánaðirnar at spæla við B36 og kappast um eitt av álopsplássunum.

Magnus flutti í summar til Føroya og B36 úr Danmark, har hann er uppvaksin. Hann hevur seinastu tíðina spælt í Haslev FC og fer nú at royna seg í føroyskum fótbólti.

Hóast Magnus hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Danmark, so eru familjubondini til B36 sterk. Pápi hansara, Flóvin Tór Næs, var evnaríkur ungdómsspælari í B36 og spældi á føroyskum ungdómslandsliðum, meðan pápabeiggin Jónas Tór Næs í nógv ár var drúgvur á okkara besta liði, eisini sum landsliðsspælari. Systkinabarn hansara, Sigga Smæra Næs, er ein av okkara mongu ungu spennandi spælarum á besta kvinnuliðnum.

Magnus kann spæla á øllum teimum framrættaðu plássunum. Hann verður við í hópinum, tá menninir í annaðkvøld spæla ólavsøkudyst ímóti AB.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Bønarløta á Oyggjarvegnum

10 tímar síðan

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

Í gjár kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30