Nýggi dagbíbliuskúlin BSK í Kelduni í Skálafirði hevði týsdagin sín fyrsta skúladag. 15 næmingar eru byrjaðir og skulu ganga á skúlanum í níggju mánaðir.
Talan er um eina munandi broyting hjá Bíbliuskúlanum í Kelduni. Higartil hevur virksemið verið skipað sum skeið um kvøldarnar og leygardagar, men nú verður farið undir regluligan dagskúla.
Frá kvøldskeiðum til dagskúla
Næmingarnir skulu millum annað fáa undirvísing í Gamla og Nýggja Testamenti, leiðslu og kristnari heimsáskoðan.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, var við til hátíðarhaldið og helt røðu. Hann legði dent á, at bæði skúlin og næmingarnir nú taka eitt stórt stig.
Næmingarnir hava valt at seta ein stóran part av gerandisdegnum av til skúlagongd í níggju mánaðir. Landsstýrismaðurin vísti á, at hetta krevur nakað bæði fíggjarliga, arbeiðsliga og á annan hátt, men segði seg meta tað vera eina góða íløgu.
Skal eisini koma øðrum til góðar
Í røðuni heitti Bárður á Lakjuni á næmingarnar um ikki bert at taka nýggju vitanina við sær heim. Hon eigur eisini at koma familju, samkomu, lokalsamfelagi og øðrum rundan um tey til góðar.