Ongi úrslit

Nýggjur býlingur á Oyrarbakka: Ellivu grundstykki eru byggibúgvin

Útstykkingin Býlingur 2 á Oyrarbakka er liðug. Har eru ellivu byggibúgvin grundstykki og eitt felagsøki til nýggja býlingin.

Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

ArtiCon handaði 17. juli Sunda kommunu nýggju útstykkingina Býling 2 á Oyrarbakka.

Verkætlanin fevnir um ellivu grundstykki, sum nú eru klár til bústaðarbygging. Eitt felagsøki er eisini gjørt, sum skal savna nýggja býlingin og skapa trivnað í økinum.

Sáttmálin varð undirskrivaður 17. februar, og arbeiðið byrjaði í mars. Sambært ArtiCon varð verkætlanin liðug til avtalaða tíð og fyri avtalaða kostnað.

Upp í níggju fólk við í arbeiðinum

Upp í níggju starvsfólk vóru knýtt at verkætlanini. Arbeiðið fevndi um jørðarbeiði, vegagerð, veitingarleiðingar og annað undirstøðukervi.

Sunda kommuna skipaði fyri móttøku í sambandi við avhendingina. Umboð fyri kommununa, ArtiCon og samstarvsfelagar vóru við.

ArtiCon sigur, at arbeiðsandin hevur verið góður, og takkar kommununi og samstarvsfeløgunum fyri gott samstarv.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Borgarstjórin um ælabogan

Í gjár kl. 08:12

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00