Ongi úrslit

Nýggjur Eysturoyingur á veg: Sámal Hansen byggir fimta 10-mannafarið hjá NSÍ

Kappróðrarfelagið NSÍ fer undir eitt nýtt kapittul í søguni um Eysturoying. Nýggja 10-mannafarið skal vera klárt til komandi kappróðrarár.

© Kappróðrarfelagið NSÍ.
Sámal Hansen er farin undir at byggja eitt nýtt 10-mannafar til Kappróðrarfelagið NSÍ.
Edmund Jacobsen
1. sepember kl. 23:00

Sámal Hansen er farin undir at byggja eitt nýtt 10-mannafar til Kappróðrarfelagið NSÍ. Ætlanin er, at báturin skal standa klárur til komandi kappróðrarár. Hetta verður fimti Eysturoyingur hjá felagnum.

Sámal Hansen hevur áður smíðað Eysturoyingarnar frá 1998 og 2009. Báðir bátarnir hava vunnið fleiri føroyameistaraheiti og skrivað seg inn í føroyska kappróðrarsøgu við nógvum minnisríkum sigrum. Sámal Hansen hevur eisini sjálvur verið partur av manningini.

Eysturoyingur hevur verið millum fremstu 10-mannaførini í Føroyum og hevur vunnið føroyameistaraheitið átta ferðir síðan 1998.

Við nýggja bátinum verður nú arbeitt við næsta ættarliðnum av Eysturoyingi. Hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ er stór gleði um, at farið verður undir byggingina, og nógv eru spent at fylgja arbeiðinum komandi mánaðirnar.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06