Ongi úrslit

Nýggjur finskur sendiharri á vitjan: Føroyar, Norðurlandaráðið og ES á skránni

Nýggi finski sendiharrin í Danmark vitjaði Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, har føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum og sambandið við ES vóru umrødd.

© Sendistovu Føroya í Keypmannahavn.
Nýggi finski sendiharrin í Danmark, Lotta Nymann-Lindegren, var í vikuni á kurteisisvitjan á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn. Har hitti hon Gunnar Holm-Jacobsen, sendistovuleiðara.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Nýggi finski sendiharrin í Danmark, Lotta Nymann-Lindegren, var í vikuni á kurteisisvitjan á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn. Har hitti hon Gunnar Holm-Jacobsen, sendistovuleiðara.

Føroyskur limaskapur umrøddur

Á fundinum umrøddu tey føroyskan og finskan politikk, umframt føroysku umsóknina um fullan og sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Sambandið millum Føroyar og ES var eisini á skránni.

Sendistovan skrivar á LinkedIn, at talan var um eina breiða og konstruktiva samrøðu. Føroyar ynskja nýggja sendiharranum vælkomnum til Keypmannahavnar og síggja fram til framhaldandi tætt samstarv við Finnland.

Eftir fundin segði Nymann-Lindegren, at tað er sera týdningarmikið at hava eina sterka norðurlendska rødd í einum ófriðarligum heimi.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Í gjár kl. 17:45

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

Í gjár kl. 20:34

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50